Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ummæli

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann

Uni vigar Virgar

Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald.  Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil.  Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði.  Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend og vendir sær

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður.

Good to be kind

Hóskvøldið í farnu viku var eg í Sirkus og spældi úr eini hálvtrýss ára gamlari plátu. Sum ein diskleymari, og váttan um, at eg ikki bara spældi retarderaðan gamlamanstónleik, innleiddi eg við at vísa á afturvendandi kanningar, sum siga, at tá tú ert trýogtredivu, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki.  Eg eri akkurát tvær ferðir tann aldurin, og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki.  Og so kom diskleymarin. Nýggjasta er plátan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum, Good to be kind . Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind.  Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóðmynd - tá støk

Tá Finnbogi var í hvørjari stovu

Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki.  Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa. Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel. Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni.  Einuferðina varð eg sendur út í Læraraskúlahøllina við einum Studer Revox bandupptakara og eini Sennheiser MD421 mikrofon, henni, sum líktist barbermaskinuni.  Við høvuðtelefonunum uppiá, varnaðist eg fyrstu ferð tann mikla trega, sum ljóðfólk fáa, tá onkur hostar, ei

Nú bíðar Havnin eftir tær, Gunnar!

Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini.  Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi.  Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi. Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina. Hví? Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar i

Mentanarligt forpliktilsi

Eftir at hava víst ein óforsvarliga vánaligan film, sum næsti grannapallur, hin størsti í landinum, eisini hevði víst, fingu vit í gjárkvøldið á fyrimyndarligan hátt høvið at fylgja Tórði Mikkelsen í Kringvarpinum, tá hann við fotografinum og klipparanum, Jakob Jørgensen, undir heitinum Innanveggja við Vegghamar , vitjaði 86 ára gamla listamannin Arnhold Vegghamar í egnum húsum á Viðareiði í góð trý korter. Umframt tað beint fram fortróliga í innleiðandi samrøðuni um sigling og fiskiskap í Íslandi og Grønlandi, fáa vit persónligt innlit í manglandi svøvn, og at listamaðurin við avmáldum men beinraknum orðum sigur frá um elektrosjokk á Statshospitalinum við Nykøbing Sjælland. Tað havi eg ikki hoyrt ella sæð fyrr í føroyskari miðling, hóast viðgerðin, elektrosjokk, tvær ferðir verður nevnd í  Søguni um hini , sum Doris Hansen skrivaði og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996. Fortalt verður í filminum um, at síðst í fimmtiárunum fekk Vegghamar listaliga vegleiðing frá undangongumonnunum